
Nú klokkan 22.35 varð úrslitið av fólkatingsvalinum greitt. Tað verður afturval til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Eftir at úrslitið í Havn er tastað inn er greitt, at Sambandsflokkurin fær 8.198 atkvøður, svarandi til 30,2 prosent av atkvøðunum. Tað er ein framgongd á 1,5 prosentstig. Javnaðarflokkurin fær 7.659 og 28,2 prosent, ein framgongd á 2,3 prosentstig.
Anna Falkenberg (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sjúrður Skaale (Mynd: Jens Kr. Vang)
Harvið eru Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale vald í fólkatingið. Anna Falkenberg fekk 2.973 persónligar atkvøður og Sjúrður Skaale 3.804.
Næstflest á hesum listunum, og harvið eykafólk, eru ávikavist Johan Dahl við 776 atkvøðum og Ingilín D. Strøm við 630 persónligum atkvøðum.
Tjóðveldið fekk 4.927 atkvøður – 18,1 prosent. 0,7 prosentstig aftur.
Fólkaflokkurin fekk 4.222 atkvøður – 15,5 prosent. 8,6 prosentstig aftur
Miðflokkurin fekk 1.217 atkvøður – 4,5 prosent. Stillaði ikki uppseinast. Men náddi einum av málum sínum, nevniliga at fáa yvir túsund atkvøður, og harvið pengar úr danska statskassanum til politiska upplýsing.
Framsókn fekk 936 atkvøður – 3,4 prosent. 1 prosentstig fram (men ikki nóg mikið til at fáa part av donsku upplýsingarpengunum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald