Miðflokkarnir í ES-tinginum, sum skipa seg í valbólkinum European People’s Party, EEP, gjørdust vinnarar av valinum til ES-tingið í gjár. Hetta staðfesti fremsta valevnið hjá hesi rørsluni, Ursula von der Leyen, sitandi ES-nevndarforkvinna, tá valúrslitið var greitt í gjár.
- Vit hava fingið tvey týðandi svar í dag. Í fyrsta lagi, at tað er meiriluti á miðjuni fyri einum sterkum Evropa.
- Men tað er eisini ein sannroynd, at tey víðgongdu til høgru og vinstru í ES-tinginum hava havt framgongd. Tí gevur úrslitið á valinum okkum í miðjuni eina stóra uppgávu til tess at arbeiða fyri støðufesti og trygd í Evropa, segði Ursula von der Leyen, sambært Ritzau.
Hon gjørdi samstundis greitt, at hon, við úrslitinum í gjár, kann halda fram sum forkvinna í ES-nevndini.
- Eg veit, at tað liggja stórar uppgávur fyri framman. Men eri til reiðar og síggi fram móti einum nýggjum valskeiði á odda fyri ES-nevndini, segði Ursula von der Leyen.
Valúrslitið vísti, at bólkurin hjá von der Leyen, EEP-bólkurin, stendur til at fáa 189 av teimum 720 sessunum í ES-tinginum.
Sosialdemokratiski bólkurin stendur til at gerast næststørstur og liberali Renew-bólkurin stendur til at gerast triðstørstur.
Sosialdemokratisku flokkarnir síggja út til at hava havt eitt gott ES-val við sigrum í fleiri evropeiskum londum. Í Danmark var tó talan um eitt vánaligt val, faktisk tað vánaligasta hjá danska Sosialdemokratínum nakrantíð til ES-valið, skriva danskir miðlar.
Renew-bólkurin, sum fekk eitt gott val í 2019, stendur til at fáa eitt vánaligt val hesaferð. Og tað er enn ógreitt um triðstørsti valbólkurin í ES-tinginum fer at stuðla von der Leyen at verða afturvald til ES-nevndarforkvinnu, skrivar Ritzau.
Hinvegin kann hon rokna við stuðuli frá teimum Grønu, sum eisini gingu aftur á valinum í gjár. Bas Eickhout úr Niðurlondum, sum er eitt av oddafólkunum í grøna valbólkinum segði í gjár, at úrslitið av valinum eigur at virðast, tá tað skal veljast nýtt forfólk til ES-nevndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald