Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, er farin í sóttarhald, eftir at hon hevur verið í sambandi við ein persón, sum hevur fingið staðfest korona.
Hesum boðar hon frá á Twitter í morgun.
Tað var týsdagin í farnu viku, at hon var á fundi við viðkomandi, sum fekk staðfest smittuna sunnudagin.
Ursula von der Leyen varð kannað hósdagin, men tann kanningin var negativ. Í morgun hevur hon síðani latið seg kanna enn einaferð, og sambært Reuters var úrslitið av tí kanningini eisini negativt. Hon verður verandi í sóttarhaldi til týskvøldið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ES er rakt av korona.
Í september mátti Charles Michel, ES-forsetin, eisini fara í sóttarhald, eftir at trygdarstarvsfólk hansara, sum hann hevði havt tætt samband við, fekk staðfest smittuna. Hetta elvdi til, at ætlaði ES-toppfundurin mátti útsetast í eina viku, skrivar Ritzau.
Toppfundurin varð hildin hósdagin og fríggajdagin, og tá var tað eisini koronafarsóttin, sum var á skránni. Í løtuni er ES í ferð við at samráðast við fleiri fyritøkur um møgulig koppingarevni móti korona.
ES-nevndin hevur longu fingið fleiri avtalur í lag.
Dagførd kl. 13.24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald