Uttanlands

Ursula von der Leyen vald til forkvinnu í ES

Talan er um fyrstu kvinnu í hesum sessinum

Urslua von der Leyen fekk í morgun handað blómutysski frá týska kanslaranum, Angelu Merkel (Mynd: EPA)

Urslua von der Leyen fekk í morgun handað blómutysski frá týska kanslaranum, Angelu Merkel (Mynd: EPA)

2019-07-17 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skuldi ES-tingið velja, um tað vildi hava týsku Ursulu von der Leyen í ovasta sessin. 60-ára gamla týska kvinnan hevur seinastu seks árini verið  verjumálaráðharri í Týsklandi, og hon hevði framanundan boðað frá, at sjálvt um ikki varð vald sum forkvinna, so fór hon frá í tí starvinum. Hon hevur umboðað kristin-konservativa flokkin, CDU.

Tað gekk hjá von der Leyen, ið fekk sjey atkvøður meira enn markið er. Nýggja forkvinnan fekk stuðul frá 383 útav teimum 747 í tinginum. 327 atkvøddu ímóti. 22 atkvøður vóru blankar og ein varð vrakað. Neyðugt var at fáa minst 374 atkvøður, og harvið reið tað um snarið, men eftir atkøvuðgreiðsluna varð greitt, at Ursula von der Leyen verður fyrsta kvinnan í sessinum nakrantíð. Kringvarpið skrivar eisini, at hon verður fyrsti týskari í meira enn 50 ár í tignarligum starvi í ES. 

 

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder