2020-06-13 08:58
Aftur í ár verður skipað fyri urtagarðsdegi á Eystanstevnu. Áður hevur ein urtagarðsdagur verið hildin í Garðahúsinum í Søldarfirð, men í ár verður tað Anette Sonne, sum skipar fyri degnum í Doktaragarðinum í Runavík saman við Visit Runavík.
Haraldur S. Hammer, anlegsgartnari, ið vanliga er kendur úr Kringvarpinum, verður á staðnum og til reiðar at vegleiða og geva góð ráð um urtagarðsrøkt, amboð o.a.
Til ber eisini at býta um, selja ella keypa ymsar vørur til urtagarðsrøkt eitt nú reyðmaðk, blómur, runnar, rabarbur og grønmeti o.a.
Urtagarðurin í Doktaragarðinum verður í dag millum klokkan 10 og 13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald