Uttanlands

USA: 9 fólk særd í kníválopi

Seks børn og trý vaksin vórðu særd í kníválopi í Idaho, fýra av teimum eru í lívsvanda

Mynd: AP

Mynd: AP

2018-07-01 19:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seks børn og trý vaksin vórðu særd í kníválopi í býnum Boise í statinum Idaho í USA. Fýra av teimum eru í lívsvanda, sigur talsfólk hjá løgregluni í býnum, sambært Politiken.

Ein 30 ára gamal maður varð handtikin aftaná álopið, ið gekk fyri seg í einum húsi, har fleiri familjur búðu saman. Nógvir tilflytarar búgva í økinum.

Maðurin, ið er undir illgruna fyri at hava framt álopið, búði sjálvur í húsinum, áðrenn hann varð biðin um at flyta út fríggjadagin.

Sambært løgregluni er maðurin ikki sjálvur tilflytari. Enn kennir løgreglan ikki orsøkina til álopið, ella hvat sambandið millum ákærda mannin og ofrini er.

Uml. seks prosent av íbúgvunum í Idaho eru tilflytarar, og uml. 40 prosent av teimum, ið arbeiða í landbúnaðarvinnuni eru tilflytarar.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder