2019-07-09 11:38
USA hevur nú ætlanir um at selja vápn til Taiwan. Amerikanska uttanríkisráðið hevur góðkent eina møguliga sølu av vápnum fyri 2,2 milliardir dollarar til Taiwan.
Avgerðin hjá amerikanska uttanríkisráðnum fer væntandi at skapa vreiði í Kina, sum sær Taiwan sum part av kinesiskum øki. Fatanin í Kina er at Taiwan fyrr ella seinni aftur gerst partur av Kina.
Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, sigur, at talan millum annað er um sølu av striðsvognum av slagnum Abrams og av rakettum av slagnum Stinger.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald