Álopið á eitt saudiarabiskt oljuanlegg í farnu viku hevur nú fingið USA at senda hermenn til Saudiarabia.
Sambært amerikanska verjumálaráðharranum, Mark Esper, verða hermenninir sendir at verja. Enn er ikki greitt, hvussu nógvir hermenn talan er um, men sagt verður, at talan ikki verður um fleiri enn 1000.
Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum á, at USA hevur sett fleiri revsitiltøk í verk móti Iran, hesuferð móti tjóðarbankanum hjá landinum. Hetta var kunngjørt í gjár, eina viku eftir álopið á Abquiq-anleggið í eystara partinum av Saudiarabia.
Sambært DR hava bæði Saudiarabia og USA illgruna um, at Iran stendur aftanfyri.
Sambært Mark Esper, hava Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini sjálvi biðið um stuðul frá amerikanska herinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald