Í gjár upplýsti amerikanski herurin, at hann hevði lopið á tveir rakettskotpallar á iransku oynni Larak.
Grundgevingin fyri álopið, sum verður hildið at vera fyrsta amerikanska álopið á Iran síðan síðst í juli, er, at iranska kollveltingarverjan fyrireikaði seg til at skjóta minur út í Hormuzsundið.
Iranska kollveltingarverjan sigur, sambært iranskum statsmiðlum, at fleiri herfólk og sivilfólk vórðu dripin í álopunum.
Iran hevur svarað aftur við at skjóta rakettir móti tveimum ameirkonskum herstøðum í Jordan, og álopini gjørdu stóran skaða, sigur Iran.
Talan er um støðirnar King Hussein Air Base og Al Azraq Air Base, sum iranska uttanríkismálaráðið í morgun váttar at hava lopið á.
Iranska uttanríkismálaráðið sigur, sambært Ritzau, at herstøðirnar vórðu nýttar at stuðla amerikanska álopinum á Larak sunnudagin, og fer Iran at svara øðrum álopum aftur.
Tíðliga í morgun boðaði Iran eisini frá, at iranski herurin hevði framt dronuálop móti herstøðini Al Minhad í Sameindu Arabisku Emiratunum. Álopið var rættað móti amerikonskum herfólki og amerikonskum tyrlum - eisini sum aftursvar til amerikonsku álopini á Larak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald