Uttanlands

USA ákærir fyrrverandi agent fyri at njósna fyri Iran

Fyrrverandi agentur í flogherinum ákærdur fyri at geva loyniligar upplýsingar til Iran

2019-02-14 07:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt fyrrverandi starvsfólk í amerikanska flogherinum varð í gjár ákærdur av USA fyri at hava givið loyniligar upplýsingar til Iran.

Monica Elfriede Witt verður ákærd fyri at hava givið loyniligar upplýsingar til Iran um eitt annað starvsfólk í 2013.

Útlendska tíðindastovan AP skrivar, at sambært ákærunum hevur Monica Elfriede Witt hjálpt iranska kollveltingarherinum við at finna mál í amerikanska herinum til eitt teldusníkjaálop.

Monica Elfriede Witt arbeiddi í fýra ár við við mótnjósning í flogherinum í USA og hevur sambært amerikanskum embætisfólkum vent sær ideologiskt ímóti sínum heimlandi. Hon skal eisini hava avdúkað amerikanska herætlanir móti stýrinum í Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder