2019-01-29 07:58
Amerikanski ákærumyndugleikin almannakunngjørdi í gjár, at tey fara at reisa ákæru móti kinesiska telerisanum Huawei.
Ákærurnar eru rættaðar móti Huawei, tveimum at dótturfyritøkunum, og fíggjarstjóranum í Huawei, Meng Wanzhou.
Fyritøkan verður eisini ákærd fyri at hava stolið handilsloynidómar frá T-Mobile.
Eitt av endamálunum við ákærunum er at fáa útflýggja fíggjarstjóran, Meng Wanzhou, sum hevur verið varðhaldsfongslað í Kanada síðani 1. desember. Hon verður ákærd fyri svik við at villleiða bankar um handilsvirksemi hjá Huawei við Iran, skrivar Danmarks Radio. Huawei verður ákært fyri at brúka eina fyritøku í Hong Kong til at selja útgerð til Iran. Hetta er í stríð við revsitiltøkini hjá USA móti Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald