Uttanlands

USA: Demokratar finnast at republikanum og vápnalobbyini

- Fólk um allan heimin eygleiða USA og hugsa: Hvat sker?, sigur Bernie Sanders, eftir at 20 fólk vórðu skotin til deyðis í Texas í gjár

Bernie Sanders, demokratiskt forsetavalevni (Savnsmynd: EPA)

Bernie Sanders, demokratiskt forsetavalevni (Savnsmynd: EPA)

2019-08-04 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan í gjárkvøldið hava tveir skottilburðir verið í USA. Fyrst í Texas og síðani í Ohio, og í hesum sambandi eru fleiri demokratisk forsetavalevni komin við atfinningum móti vápnalobbyini og republikanum. Tað skrivar TV2.

Sambært demokratum eigur amerikanska vápnalobbyin NRA (National Rifle Association) og teir republikanar, sum stuðla teimum, skyldina fyri, at slíkt hendir.

Bernie Sanders, senator og demokratiskt forsetavalevni, sigur, at republikanar í senatinum eru meira upptiknir av at vera væl við NRA enn at lurta eftir meirilutanum av amerikanska fólkinum.

- Fólk um allan heimin eygleiða USA og hugsa: Hvat sker? Hvussu er sálarliga støðan í USA, har vit ferð eftir ferð síggja ótrúligar ræðslur? spyr hann.

Eisini heldur Bernie Sanders, at amerikanski forsetin, Donald Trump, eigur at stuðla eina herðan av vápnalógini.

Fyrrverandi varaforsetin og núverandi forsetavelevni, Joe Biden sigur, at nú eigur nóg mikið at vera nóg mikið.

- Vit kunnu vinna á NRA. Vit kunnu vinna á vápnaframleiðarar, sigur hann.

Elizabeth Warren, forsetavalevni og senator í Massachusetts, skrivar soleiðis á Twitter:

- Alt ov nógv lokalsamfeløg hava verið pínd av sorgarleikum sum hetta. Vit noyðast at handla nú fyri at steðga okkara vápnaepidemi.

Á valfundi leygardagin lovaði eitt annað forsetavalevni, Kamala Harris, at hon fór at herða vápnalógina, um hon varð vald til forseta.

Hesum tók Pete Buttigieg, borgarstjóri í South Bend í statinum Indiana, undir við.

- Vit eru einasta landið í heiminum, sum hevur fleiri vápn enn fólk. Tað hevur ikki gjørt tað tryggari, sigur hann.

Amy Klobucher, senator í Minnesota finst eisini at NRA. Sambært henni, hevur NRA leingi stýrt amerikanskan politikk, og hava tey forðað fyri skilagóðum vápnalógum, sum høvdu kunnað bjargað lív.

Beto O'Rourke, eitt annað forsetavalevni, sigur, at hann er vísur í, at tað ber til at broyta vápnalógina.

- Eg havi álit á amerikanska fólkið. Tá dagurin er komin at enda, ber tað til. Man tað verður orsakað av fólki, sum noyða tað í gjøgnum, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder