Uttanlands

USA: Deyðiligasta hálvárið síðan 2006

Teir fyrstu seks mánaðirnar av hesum árinum hava 28 hópdráp verið í USA, sum er tað hægsta talið síðan 2006

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-15 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Teir fyrstu seks mánaðirnar av hesum árinum hava 28 hópdráp verið í USA, og tað er tað hægsta, sum USA hevur skrásett uppá eitt hálvt ár síðan 2006, har skrásetingin byrjaði.

Seinasta hálva árið hava 140 persónar latið lív í 28 hópdrápum, harav 27 vórðu framd við skotvápnum, meðan eitt varð framt við eldáseting, skriva amerikanskir miðlar.

Gamla metið fyri hópdráp varð sett í seinnu helvt av 2022, tá 27 hópdráp vórðu skrásett.

Eitt hópdráp er ein hending, har fýra ella fleiri persónar verða dripnir innan 24 tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder