Innanlands

USA: Einstøku statirnir skulu taka avgerð um at lata upp

Donald Trump hevur givið guvernørunum kring stóra landið myndugleikan - forsetin viðmælir, at búskapurin verður latin upp í trimum stigum

Donald Trump segði, at neyðugt er at fáa fólk aftur til arbeiðis, men at statir skulu lata varisliga upp (Mynd: EPA)

Donald Trump segði, at neyðugt er at fáa fólk aftur til arbeiðis, men at statir skulu lata varisliga upp (Mynd: EPA)

2020-04-17 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Opening Up America Again". Tað heitið hava nýggju leiðreglurnar um, hvussu USA ætlar at lata upp aftur, fingið. 

Á tíðindafundi í Hvítu húsunum í nátt kunnaði Donald Trump um, hvussu USA ætlar at fáa gongd í sín búskap aftur.

Ymisk støða fyri hvønn stat

Amerikanski forsetin avdúkaði, at tað verða guvernørarnir í hvørjum einstøkum stati, ið koma at taka avgerðina fyri sítt øki. Hetta kemst av, at støðan er heilt ymisk í teimum 50 statunum í USA

- Um ein guvenørur heldur, at tørvur er at halda statin stongdan í eina tíð afturat, so fær hann loyvi til tað, staðfesti Trump

Hetta fer helst at vera neyðugt í New York, ið er staturin, ið er greitt haraðst raktur, og USA er tað landið í heiminum við flest smittaðum og flest deyðsføllum.

Trý stig

Forsetin viðmældi, at búskapurin verður latin upp í stigum - trimum stigum. Tað skal ikki ganga ov skjótt, men tað skal gerast eftir, hvussu gott tamarhald er á smittuni, og hvussu nógvir møguleikar eru fyri at kanna: 

- Statirnir burdu latið borgaran farið aftur til sítt arbeiði, soleiðis sum umstøðurnar loyva tí. Tað vit eru komin framvið smittutoppinum, kunnu vit byrja at fáa okkara lív aftur.

Donald Trump hevur av ymsum viðmerkjarum fingið rós fyri sínar útmeldingar í nátt, og fyri háttin ið hann bar tær fram uppá.  


Arbeiðsloysi veksur alsamt meira

Amerikanski búskapurin bløðir í løtuni, og bara í gjár vórðu yvir fimm milliónir fólk afturat tøk á arbeiðsmarknaðinum. Samalað talið seinastu fýra vikurnar er heili 22 milliónir. Slík tøl hava ikki verið at sæð síðani "The Great Depression", sum byrjaði í 1929 og sum helt á nakað inn í 1930'ini.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder