Nú bjóðar enn ein demokratur seg fram at gerast amerikanskt forsetavalevni.
Talan er um Deval Patrick, fyrrverandi guvernørur í Massachusetts.
Sambært Ritzau, boðaði Deval Patrick frá uppstilling sínari í sjónbandi, sum varð lagt út á heimasíðu hansara. Har sigur hann m.a., at hann ynskir at skapa eina meira burðardygga og inkluderandi útgávu av "Amerikanska dreyminum".
Við Deval Patrick eru nú 18 fólk eftir, sum skulu kappast um at gerast demokratiska forsetavalevnið. Milliardingurin Michael Bloomberg hevur eisini boðað frá, at hann umhugsar at stilla upp.
Í løtuni eru tað Joe Biden, Elizabeth Warren, og Bernie Sanders, sum eru best umtóktu valevnini hjá demokratunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald