Nógvar av atfinningunum móti varskógvaranum, sum gjørdi vart við samrøðuna millum Donald Trump og ukrainska forsetan í summar, hava snúð seg um, at viðkomandi ikki sjálvur hoyrdi samrøðuna og bygdi sostatt sínar upplýsingar á óbeinleiðis kunnleika.
Les eisini: Trump ynskir at hitta varskógvara
Men nú ger enn ein varskógvari vart við seg. Viðkomandi sigur seg hava beinleiðis kunnleika um nakrar av ákærunum móti amerikanska forsetanum.
DR skrivar, at sakførararnir Mark Zaid og Andrew Bakaj, sum umboða fyrsta varskógvaran eisini umboða viðkomandi.
Hesin nýggi varksógvarin kemur eisini úr fregnartænastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald