Uttanlands

USA: Enn eitt valevni meldað seg úr valstríðnum

Fyrrverandi guvernørurin í New Jersey, Chris Christie er ikki longur við í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-11 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn eitt valevni hevur meldað seg úr stríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni á amerikanska forsetavalinum í november.

Talan er um fyrrverandi guvernørin í New Jersey, 61 ára gamla Chris Christie.

Tað var í gjár, at hann boðaði frá, at hann var farin úr valstríðnum, tí hann ikki metti seg hava nóg góða undirtøku.

Seinastu tíðina eru fleiri onnur valevni farin úr valstríðnum, m.a. Mike Pence, ið var varaforseti undir Donald Trump. Við í valstríðnum eru framvegis Donald Trump sjálvur; Ron DeSantis, guvernørur í Florida; og fyrrverandi ST-sendikvinnan Nikki Haley.

Trump er tó framvegis stóri favoritturin. Sambært veljarakanning frá Reuters/Ipsos, fær Trump stuðul frá 49 prosent av veljarunum, meðan Haley og DeSantis fáa stuðul frá ávikavist 12 og 11 prosent av veljarunum. Bert tvey prosent av veljarunum stuðlaðu Chris Christie.

Christie hevur funnist hvassliga at Donald Trump, sum hann sigur er óegnaður at vera forseti, og hevur ábyrgdina av álopinum á Kongressina 6. januar 2021. Christie hevur eisini fleiri ferðir sagt, at hann væntar, at Trump fer at tapa valið til Joe Biden, skrivar Ritzau.

Fyrsta republikanska undanvalið verður um fáar dagar. Tað verður í statinum Iowa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder