Fríggjadagin gjørdist USA aftur formliga partur av Paríssáttmálanum.
Sostatt hevur amerikanski forsetin, Joe Biden hildið lyftið um at fáa USA uppí aftur, eftir at undanmaður hansara, Donald Trump, tók USA úr avtaluni.
20. januar, tann dagin Biden tók við sum forseti, skrivaði hann longu undir eina løgskipan fyri at fáa USA uppí aftur, og nú er bíðitíðin, sum er 30 dagar, farin, og sostatt er USA formliga vorðin ein partur av avtaluni aftur.
Næstan 200 lond skrivaðu undir sáttmálan í 2015.
Endamálið við Páríssáttmálanum er at avmarka globalu upphitingina til eina øking á minni enn tvey hitastig, helst undir hálvtannað.
Donald Trump tók USA úr paríssáttmálanum á sumri í 2017, men USA fór ikki formliga úr avtaluni fyrr enn í november í fjør, og sostatt gingu bert góðar 100 dagar, áðrenn USA aftur gjørdist partur av avtaluni, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald