2023-12-28 15:51
Amerikanska samgongan er klár at senda enn ein hjálparpakka til Ukraina. Tað hevur amerikanska uttanríkismálaráðið almannakunngjørt á heimasíðu teirra U.S. Department of State.
Harvið vísir USA framhaldandi stuðul til Ukraina saman við restina av vesturheiminum.
Biden-samgongan er klár at senda vápn og útstýri vert 250 milliónir dollarir til Ukraina; hetta svarar til áleið 1.7 milliardir danskar krónur. Samstundis boðar uttanríkismálaráðið frá, at hetta verður ársins síðsti hjálparpakki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald