2020-12-09 12:32
Nývaldi forsetin í USA Joe Biden, fer at tilnevna ein pensjóneraðan herovasta til verjumálaráðharra. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Talan er um 67 ára gamla herovastan Lloyd Austin, ið hevði ábyrgd av herfólkunum hjá USA í miðeystri, tá Barack Obama var forseti.
-Við sermerktum royndum úr herinum, ið spennir seg yvir áratíggjur, er Austin ein sera royndur og høgt skrýddur kommandørur, ið hevur tænt við viðurkenning í fleiri av mest umráðandi leiklutunum í Pentagon, stendur í tíðindaskrivi.
Um Lloyd Austin verður verjumálaráðharri, er hann tann fyrsti litti amerikanarin í tí sessinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald