USA kærdi fyri nøkrum árum síðani stóru fronsku flogverksmiðjuna Airbus, tí hon fær stuðul frá ES. Airbus er í beinleiðis kapping við Boeing, og amerikanarar hava víst á, at Airbus hevur ein fyrimun orsakað av ES-stuðlinum, ið verður givin sum eitt bíligt lán.
Hetta hevur WTO fyrr í staðfest er ólóligt. Nú hevur USA fingið møguleikan at leggja ein sokallaðan revsitoll á vørur, ið verða innfluttar úr ES. Talan er eina upphædd á 7,5 milliardir dollarar - áleið 51 milliardir krónir. USA ynksti at sleppa at leggja toll á fyri 24 millardir fleri.
Revsitollurin verður lagdur á frá 18. oktober. Hetta varð fráboðað í gjár, og umsitingin hjá Donald Trump boðaði frá, at tollur verður lagdur á millum annað whiskey, ost og frankst vín.
Hetta fer eisini at raka landbúnaðin hart, og sjálvandi eisini flogferðsluna, ið hevur verið kjarnan í stríðnum. Sambært keldum í USA verða 10 prosent lagd uppá flogfør, og hetta fer sambært stjóranum í Airbus, Guillaume Faury, at taka allan loftferðsluídnaðurin í heiminum - eisini í USA har búskaðurin sum heild verður rakturi.
Revsitollurin verður í gildið, til stuðulin til Airbus steðgar. ES hevur í hyggju at svara aftur.
Kelda: KVF og TV2
Uttanlands
USA fer at leggja toll á hundraðtals ES-vørur
Høvuðsorsøkin er stríðið millum amerikanska Boeing og franska Airbus. Revsitollurin fær greiða ávirkan á útflutningin hjá londunum í ES
Í USA verður ikki funnið seg í, at Airbus fær stuðul frá ES gjøgnum bílig lán - hetta hevur WTO eisini staðfest sum ólóligt (Mynd: EPA)
2019-10-03 10:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald