Uttanlands

USA fer at royna at fáa samráðingar í lag við Taliban

Partarnir hava ikki havt tosað saman síðani fyrst í september

Trump og Esper vilja hava eina friðaravtalu við Taliban (Mynd: EPA)

Trump og Esper vilja hava eina friðaravtalu við Taliban (Mynd: EPA)

2019-10-21 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Donald Trump hevur havt sum mál at fingið frið í lag við Talbian, ið hevur havt ræðið í pørtum av Afganistan seinastu mongu árini. USA var við til at reka Taliban frá fyrst í hesari øldini eftir álopini á World Trade Center 11. september, 2001, men Taliban hevur voksið seg sterkari aftur, eisini eftir amerikanska drápið á leiðaran í Al-Queda, Osama Bin Laden í 2011. Bin Laden og hansara víðgongdi bólkur hevði tætt samstarv við Taliban.

Orsøkin til at Trump endaði samráðingarnar tíðliga í seinasta mánaði var, at hóast tað gekk væl við borið, so helt Taliban fram við blóðigum atsóknum. Stutt eftir hetta skrivaði CNN, at Taliban var opið fyri nýggjum samráðingum.

Nú eru amerikumenn til reiðar at samráðast aftur. Amerikanski verjumálaráðharrin, Mark Esper, lendi í gjár til Afganistan 

 Endamálið er, sum frálíður, at fáa friðaravtalu í lag - eina politiska avtalu, sigur Mark Esper við Reuters.

Tøl hjá ST vísa, at 4.300 fólk eru annaðhvørt deyð ella særd í krígnum móti Taliban seinastu mánaðirnar

Kelda: KVF
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder