Uttanlands

USA fer at senda herfólk til Eysturevropa

Uml. 8.500 herfólk eru til reiðar at verða send til Evropa um neyðugt

Um stutta tíð verða amerikonsk herfólk send til Eysturevropa, sigur ameirkanski forsetin, Joe Biden (Savnsmynd)

Um stutta tíð verða amerikonsk herfólk send til Eysturevropa, sigur ameirkanski forsetin, Joe Biden (Savnsmynd)

2022-01-29 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um stutta tíð verður eitt minni tal av amerikonskum herfólkum sent til Eysturevropa. Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden.

Uml. 8.500 amerikonsk herfólk eru til reiðar at verða send til Evropa orsakað av økta hernaðarliga virkseminum hjá Russlandi nærindis markið til Ukraina. Ætlanin er, at herfólkini skulu vera partur einari hereind hjá Nato – Nato Response Force, um neyðugt.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur sett uml. 100.000 herfólk tætt við markið til Ukraina, men sambært honum eru ongar ætlanir um at gera innrás í grannalandið.

Afturfyri at minka um hernaðarliga virksemið, krevur Russland trygd fyri, at Ukraina, sum er fyrrverandi partur av Sovjetsamveldinum, ikki sleppur at gerast partur av Nato.

Hesum kravinum hava USA og Nato avvíst. Eisini eru myndugleikarnir í Moskva ávaraðir um, at eitt russiskt álop fer at hava við sær hørð revsitiltøk umframt økt hernaðarligt virksemi í teimum eysturlondunum, sum eru partur av Nato, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder