Innanlands

USA fer at stovna eitt konsulát í Grønlandi komandi ár

Sjey fólk skulu starvast á skrivstovuni í Nuuk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-05 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist ikki hjá Donald Trump at koma nakran veg við samráðingunum um at keypa Grønland. Hvørki Kim Kielsen ella Mette Frederiksen vildi hoyra talan um hetta; Grønland er ikki til sølu, søgdu tey.

USA hevur ein stóran áhuga í Grønlandi, ið ligggur væl fyri í arktiska økinum. Kringvarpið visti í gjár at siga, at USA nú fer at opna eitt konsulát í Nuuk. Tað var AP tíðindastovan, ið fyrst bar tíðindini, og sum skilst skulu sjey fólk starvast har.

KVF skrivar, at í mai læt USA eina skrivstovu upp í Nuuk, har eitt embætisfólk heuvr starvast. Hetta embætisfólkið býtir starvstíðina millum Nuuk og amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn. Nú skulu grønlendsk starvsfólk setast, og talið av starvsfólki verður áleið helvtina minni enn hvat landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í Grønlandi hevur í sínum aðalráði - hann hevur 15 starvsfólk

Sambært góðum keldum hjá AP, skulu starvsfólk á konsulátinum í Nuuk royna at  knýta tatt samband við grønlendsk embætisfólk og samfelagið. USA vil eisini vera meira til staðar í Arktis og fremja amerikansk áhugamál í Grønlandi. 

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder