Uttanlands

USA fer undir triðja koppsetingarprikið

Staðfest er, at koppsetingarnar ikki verja móti covid-19 í langa tíð

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-19 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsumyndugleikarnir í USA mæla nú øllum amerikanarum til at fáa sær eitt triðja prik av koronakoppsetingini frá Pfizer ella Moderna.

Triðja prikið skal gevast átta mánaðir eftir at fólk hava fingið annað prikið. Í USA verður triðja prikið nú bjóðað frá 20. september.

- Okkara ætlan er at verja amerikanarar og vera fetið framman fyri hesum virusinum, sigur stjórin fyri fólkaheilsumyndugleikan, CDC, Rochelle Walensky, sambært AP tíðindastovuni.

Amerikansku heilsumyndugleikarnir vísa á, at tað er greitt, at verjan frá koppsetingunum minkar við tíðini.

Víst verður her til royndirnar frá Ísrael, har talið av fólki við covid-19 er økt í seinastuni. Í Ísrael geva tey longu triðja koppsetingarprikið til fólk yvir 50 ár í royndini at hava tamarhald á støðuni, skrivar finska kringvarpið, YLE. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder