Eitt ferðamaður lat lív, eftir at hann datt uml. seks metrar niður nærindis einum fossi í tjóðargarðinum Yosemite í USA.
Sambært myndugleikunum er talan um Lucian Miu, ein rumenskur maður, sum gleið á vátum gróti við Bridelveil Fall. Hetta elvdi til, at hann datt uml. seks metrar niður.
Sambært B.T. hendi hetta mikudagin, og doyði ungi ferðamaðurin síðani á sjúkrahúsinum. Hann gjørdist bert 21 ára gamal.
Men rumenski ferðamaðurin var ikki tann einasti, sum fekk skaða á økinum hesa vikuna.
Sambært tíðindastovuni AP, eru tvey onnur ferðafólk eisini dottin í tjóðargarðinum.
Eitt ferðafólk datt, tá viðkomandi royndi at klintra upp á ein stóran stein undir Bridalveil Fall mánadagin.
Týsdagin datt eitt annað ferðafólk eisini niður frá einum stórum steini nær við Lower Yosemite Fall. Hetta elvdi til, at viðkomandi datt í vatnið, og var viðkomandi fangaður undir onkrum gróti eina løtu, áðrenn tað eydnaðist viðkomandi at sleppa leysur aftur og úr vatninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald