Uttanlands

USA: Ferðafólk úr Stórabretlandi skulu vísa á negativt kanningarúrslit

Orsøkin er nýggja koronamutatiónin, sum ger um seg í Onglandi – Hetta verður galdandi frá mánadegnum

Flogfør hjá British Airways (Mynd: EPA)

Flogfør hjá British Airways (Mynd: EPA)

2020-12-25 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll ferðafólk, sum ynskja at flúgva til USA úr Stórabretlandi, skulu frá mánadegnum kunna vísa á negativa koronakanning fyri at sleppa við flogfarinum.

Tað upplýsir amerikanska CDC (Centers for Disease Control and Prevention, red.) sambært Ritzau.

Kanningin skal verða gjørd 72 tímar áðrenn fráferð, og er tað upp til flogfeløgini at tryggja sær, at ferðafólkini kunnu skjalprógva, at tey eru staðfest negativ við kanning.

Endamálið við hesum er minka um vandan fyri, at nýggja mutatiónin av koronavirusinum, sum seinastu tíðina hevur gjørt um seg í Onglandi, skal spreiða seg í USA.

Nýggja mutatiónin, sum hevur fingið navnið N501Y er orsøkin til, at fleiri lond hava avmarkað ella fullkomiliga latið aftur fyri ferðafólkum úr Stórabretlandi. N501Y kann, sambært serfrøðingum, smitta 70 prosent meira enn vanliga slagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder