Uttanlands

USA: Fimm ára fongsul fyri at leypa á Kongressina

Fríggjadagin fekk ein 54 ára gamal maður higartil harðastu revsingina, sum er givin nøkrum, sum hevur luttikið í álopinum 6. januar

Mynd frá álopinum 6. januar 2021 (Mynd: EPA)

Mynd frá álopinum 6. januar 2021 (Mynd: EPA)

2021-12-20 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var eitt stuðulsfólk hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump dømt fimm ára fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í álopinum á Kongressina 6. januar.

Talan er um ein 54 ára gamlan mann úr Florida, sum er funnin sekur í at hava lopið á løgreglufólk, tá hann royndi at troka seg inn í kongressbygningin í Washington D.C.

Maðurin varð handtikin 17. mars, og í oktober játtaði hann seg sekan í ákærunum.

Á filmsupptøkum og myndum sæst m.a., at dømdi maðurin blakar brettir, ein eldsløkkjara og aðrar lutir eftir løgreglufólki, sum standa á varðhaldi uttanfyri Kongressina.

Álopið hendi sama dag sum táverandi varaforsetin, Mike Pence og limir úr Kongressini savnaðust fyri formliga at góðkenna sigurin hjá Joe Biden á forsetavalinum í november í fjør.

Hjá hundraðtals fólkum eydnaðist tað at sleppa inn í bygningin, men dømdi maðurin var tó ikki ein teirra. Hann varð afturhildin við piparspray, og síðani helt hann á at kasta lutir eftir løgregluni, inntil hann varð raktur av einari gummikúlu.

Sambært Ritzau avvísti dómarin umbønina hjá manninum um at fáa ein linan dóm.

Maðurin hevði í skrivi biðið um umbering fyri luttøku sína í álopinum, og vildi hann vera við, at hann og onnur vórðu "lumpað" av Trump til at leypa á Kongressina.

Ákærin vísti tó á, at hann, hóast hann hevði játtað seg sekan í heyst, helt á at forsvara sínar gerðir. Niðurstøðan hjá rættinum var, at maðurin, saman við øðrum, tilvitað ætlaði at leggja seg uppí valtilgongdina, og fekk hann sostatt 63 mánaðir.

Hetta er higartil harðasta revsingin, sum nakar hevur fingið fyri at hava luttikið í álopinum 6. januar, sum kravdi fimm mannalív.  Áðrenn hesin dómurin fall, var higartil harðasta revsingin, sum varð givin í hesum sambandi, 41 mánaðir.

Í kjalarvørrinum á álopinum eru fleiri enn 700 fólk skuldsett. Meginparturin av teimum skuldsettu eru skuldsett fyri smærri lógarbrot sum at troka seg inn í kongressbygningin á ólógligan hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder