At Donald Trump og hansara ráðharrar hava havt sínar ósemjur, hevur ikki verið nakað óvanligt fyribrigdi í skeiðnum hjá umstrídda forsetanum. Í desember misti USA ráðharran innan eitt sera týdningarmiklum øki. Jim Mattis fór úr embætinum sum verjumálaráðharri, tí hann og Trump ikki sótu væl um sátt.
Síðani hava republikanarar og demokratar heitt á Donald Trump um at seta ein nýggjan ráðharra skjótast gjørligt. Í dag er hetta komið uppá pláss, eftir at Senatið hevur atkvøtt fyri, at Mark Esper skal setast í embæti. 55-ára gamli Esper er úr Pennsylvania, og hevur leingi verið høgur í herinum. Seinastu tíðina hevur hann verið virkandi verjumálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald