Turkaland og Ungarn eru einastu Nato-londini, sum enn ikki hava góðkent umsóknina um limaskap hjá Finnlandi og Svøríki, og amerikanska stjórnin heitir nú á londini um at skunda sær at fáa hetta avgreitt.
Í gjár boðaði Turkaland frá, at tey nú fara undir tilgongdina at góðkenna limaskapin hjá Finnlandi, og hóast hetta er jaligt, heita tey í Hvítu Húsunum á Turkaland um eisini at góðkenna limaskapin hjá Svøríki.
– Svøríki og Finnland eru bæði sterkir samstarvsfelagar, sum taka undir við virðunum hjá Nato og vilja styrkja samgonguna umframt at geva teirra ískoyti til evropeiska trygd, stendur í fráboðan frá trygdarráðgevanum hjá amerikonsku stjórnini, Jake Sullivan.
Hann leggur afturat, at bæði norðurlondini sambært USA eiga at verða innlimað í Nato skjótast gjørligt, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald