Uttanlands

USA: Fleiri enn 120.000 fingið staðfest covid-19 seinasta samdøgrið

Aftur í gjár var talið á nýggjum positivum methøgt í USA – Í 20 av 50 statum er met eisini sett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-06 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin, dagin eftir at fleiri mió. amerikanarar høvdu verið á val, setti talið á nýggjum covid-19 smittutilburðum met í USA. 99.660 vórðu staðfest positiv tann dagin.

Dagin eftir – hósdagin – var talið á persónum, ið fingu staðfest covid-19 í USA, aftur methøgt. Hesaferð var talið omanfyri 120.000.

Sambært Johns Hopkins University fingu 123.085 persónar staðfest covid-19 í gjár. Tað er næstan 24.000 fleiri enn mikudagin. Seinasta samdøgrið hevur landið eisini skrásett 1.226 andlát í sambandi við covid-19.

Umframt hetta hava 20 av teimum 50 statunum í USA eisini boðað frá einum methøgum tali á positivum í gjár. Í Illinois vórðu næstan 10.000 persónar staðfestir positivir í gjár. Illinois og Texas hava skrásett hægsta talið á nýggjum tilburðum í USA seinastu vikuna.

Fleiri nýggj tiltøk eru eisini sett í verk í fleiri býum og statum, eitt nú útfaringar– og savningarbann. Fleiri sjúkrahús eru eisini undir trýsti.

Sambært Ritzau er ein av orsøkunum til methøga talið, at USA nú kannar fleiri fólk fyri covid-19 enn áður.

Síðan covid-19 byrjaði at gera um seg í USA hava fleiri enn 9,6 mió. amerikanarar fingið staðfest smittuna, og 234.000 teirra eru deyð. Einki annað land í heiminum hevur skrásett so nógvar tilburðir ella andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder