Uttanlands

USA: Fleiri tilburðir seinastu tvær vikurnar enn allan juni mánað

Samlaða talið á smittaðum í USA er nú nærum 4 milliónir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-23 12:27 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Seinastu tvær vikurnar hevur USA skrásett fleiri nýggjar tilburðir av Covid-19 enn tað vóru skrásettir allan juni mánað. Tað skrivar CNN.

Samanlagt eru 915.000 tilburðir skrásettir seinastu tvær vikurnar. Talið kemur eftir, at fleiri leiðarar hava viðurkent, at landið hevur latið upp aftur ov tíðliga.

Staturin Louisiana nærkast 100.000 tilburðum, og verður harvið tann 11. staturin sum fer framvið 100.000 tilburðum. Statirnir New York, Florida, Texas, New Jersey, Illinois, Georgia, Arizona, Massachusetts, Pennsylvania og North Carolina hava allir skrásett meira enn 100.000 tilburðir.

USA hevur skrásett nærum 4 milliónir tilburðir av Covid-19, meðan 143.190 hava latið lív við smittuni í landinum sambært tølunum frá John Hopkins University.

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder