Uttanlands

USA: Fólk við veikari immunverju kunnu nú fáa triðja prikið

Eftir góðkenning frá amerikanska heilivágsstýrinum, kunnu borgarar nú fáa triðja prikið við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech ella Moderna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-13 15:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska heilivágsstýrið, FDA hevur nú givið grønt ljós til eitt triðja prik við koppingarevni fyri koronu – eitt sonevnt booster-prik.

Nú kunnu borgarar við veikari immunverju fáa triðja prikið við koppingarveninum hjá Pfizer/BioNTech ella Moderna. Sostatt legst USA nú afturat teimum londunum, sum herfyri hava lagt ætlanir um eitt triðja prik.

Í Ísrael er hetta tilboðið galdandi fyri borgarar yvir 60 ára aldur, og í Týsklandi ætlar mann, eins og í USA, at bjóða borgarum við veikari immunverju eitt triðja prik.

Sambært Ritzau er tó enn ógreitt, hvussu góða verju ein fær frá triðja priki. Ein kanning hevur m.a. víst, at verjan, sum mann fær frá koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech minkar úr 96 prosent niður í 84 prosent fýra mánaðir eftir, at ein persónur er liðugt koppsettur.

Moderna hevur sagt, at tey, sum eru koppsett við teirra koppingarevni helst eisini fáa brúk fyri einum triðja priki einaferð.

Heimsheilsustovnurin, WHO hevur annars heitt á lond um at bíða við triðja prikinum, til í minsta lagi 10 prosent av fólkinum í øllum londum eru liðugt koppsett.

Aðalskrivarin hjá Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus sigur seg skilja ynskið hjá stjórnunum um at vilja verja borgarar móti Delta-frábrigdinum, men hann sigur seg ikki kunna góðtaka, at tey londini, sum longu hava brúkt meginpartin av koppingarevninum, sum er tøkt í heiminum, brúka uppaftur meira, meðan tey mest sárbæru londini enn ikki eru vard.

Talsfólk hjá Hvítu Húsunum, Jen Psaki sigur tó, at tað ber til at tryggja sær koppingarevni til eitt triðja prik og koppseta restina av heiminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder