Uttanlands

USA framt luftálop í Sýria

Í Sýria hevur gongdin seinastu árini verið torgreidd. Nú boðar USA frá, at teir hava framt luftvegis álop mótvegis yvirgangsfelagsskapinum ISIS í Sýria

Forsetin í USA, Joe Biden, avmyndaður á tíðindafundi um støðuna í Sýria. (Mynd: EPA)

Forsetin í USA, Joe Biden, avmyndaður á tíðindafundi um støðuna í Sýria. (Mynd: EPA)

2024-12-08 21:15 Author image
Áron Vest
placeholder

Ritzau skrivar í dag, at verjumálaráðið í USA, umvegis eindina Centcom, hevur boða frá, at landið hevur framt álop í Sýria. Sambært USA, so er hetta er ein liður í at niðurberja drápiliga yvirgangin, ið ISIS hevur framt gjøgnum fleiri ár. Orðarætt verður sagt, at endamálið er at forstýra, veikja og sigra á ISIS.

Centcom skrivar eisini á sosiala miðlinum X, at teir í gongd við at eftirmeta úrslitið av hesum og at enn eru eingin tekin um, at ósek mannalív eru rakt av álopinum.

Álopið varð framt í kjalarvørrinum av álopinum frá uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham, sum hevur koppað forsetan í Sýria, nevniliga Bashar al-Assad, skrivar Ritzau.

- Vit kunnu ikki lata ISIS reisa seg og hava fyrimun av verandi støðu í Sýria, sigur generalur Michael Erik Kurilla, í tíðindaskrivi frá Centcom. Víðari sigur generalurin, at allar felagsskapir í Sýria skulu vita, at vit halda teimum til roknskap, um tey á nakran sum helst hátt stuðla, ella samstarva við ISIS.

Sambært tíðindastovninum Reuters, hevur USA 900 hermenn í Sýria, umframt 2500 hermenn í Irak í løtuni. Teir arbeiða við at ráðgeva og stuðla lokalu hereindunum, sum saman við eitt nú USA, arbeiða við at niðurberja ISIS.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder