2021-01-07 07:12

Fýra fólk tilsamans doyðu undir ófriðinum uttan fyri amerikansku kongressina í gjár. Tað upplýsir løgregluovastin í Washington D.C. sambært Bloomberg News.
Ein kvinna doyði av skotsárum, tá mótmælisfólk í gjár royndu at treingja seg inn í kongressbygningin í Washington. Kvinnan, sum verður søgd at vera svorin Trump-viðhaldsfólk doyði eftir at hon varð flutt á sjúkrahúsið.
Harumframt mistu trý fólk lív undir sjálvum mótmælunum. Orsøkirnar til hesi deyðsføllini verða søgd at vera trupulleikar við heilsuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald