2019-10-06 11:44
Í nátt amerikanska tíð varð ein skottilburður á einum skeinkistaði í Kansas City.
Politiken skrivar, at tilsamans níggju fólk vórðu skotin, og at fýra teirra lótu lív, eftir at ein vápnaður persónur kom á staðið og brádliga byrjaði at skjóta.
Talsfólk hjá lokalu løgregluni upplýsir fyri amerikonskum miðlum, at brotsmaðurin enn ikki er handtikin.
Higartil eru ongar upplýsingar um orsøkina til skottilburðin, ella hvør brotsmaðurin er.
Slíkar tilburðir eru ikki óvanligir í USA. Sambært ABC News hava 21 hópskottilburðir verið í USA í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald