Uttanlands

USA gjørt avtalu við Meksiko

Londina hava gjørt avtalu um at steðga streyminum av flóttafólki, sum ferðast gjøgnum Meksiko fyri at koma til USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2019-06-08 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur nú gjørt avtalu við Meksiko um at steðga streyminum av flóttafólki, sum ferðast gjøgnum Meksiko fyri at koma inn í USA.

Avtalan snýr seg m.a. um, at Meksiko skal taka ímóti fleiri flóttafólkum, ið søkja um friðskjól í USA, meðan tey bíða eftir svari.

- Tey, ið ferðast yvirum sunnara markið fyri at søkja um friðskjól verða send aftur til Meksiko umgangandi, har tey skulu bíða eftir svari uppá umsókn teirra, stendur m.a. í tíðindaskrivi frá báðum londunum.

USA ætlar at samstarva við Meksiko um at finna eina loysn, ið kann steðga streyminum av flóttafólkum. Virka núverandi loysnirnar ikki, koma tey við nýggjum loysnum um 90 dagar, skrivar DR.

- USA gleðir seg til at samstarva við Meksiko um at náa tey mál, vit hava sett okkum, so vit kunnu steðga streyminum av ólógligum flytifuglum, sum ferðast yvirum markið, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Mike Pompeo.

Meginparturin av teimum, sum leita sær til USA úr Meksiko koma úr Miðamerika.

Hótti við at leggja toll á meksikanskar vørur

Donald Trump hevði givið Meksikanska stýrinum til 10. juni at semjast um eina avtalu. Kom eingin avtala í lag, áðrenn freistin var farin, ætlaði Trump at leggja ein toll á 5 prosent á allar meksikanskar vørur.

Tollurin skuldi stigvíst vaksa til 25 prosent í oktober, um Meksiko ikki fekk steðgað streyminum av flóttafólkum.

Men nú er hóttanin um toll avblást, hevur amerikanski forsetin kunngjørt á Twitter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder