Uttanlands

USA: Handtikin fyri at leggja ætlanir um yvirgangsálop

Ein afganskur maður játtar at hava lagt ætlanir um eitt álop 5. november

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2024-10-09 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 27 ára gamal afganskur maður er handtikin í USA fyri at leggja ætlanir um eitt yvirgangsálop 5. november, tá amerikanska forsetavalið verður.

Maðurin býr í Oklahoma City og er ikki amerikanskur ríkisborgari. Hann hevur fingið uppihaldsloyvi við visum, sum verður latið afganarum, sum hava arbeitt sum tulkar fyri amerikanska herin, skrivar amerikanska løgmálaráðið í tíðindaskrivi.

Maðurin hevur játtað seg sekan í vegna Islamiskum Stati at leggja ætlanir um eitt álop á eina størri mannamúgvu.

Maðurin fekk hjálp av svági sínum, sum er undir 18 ár. Báðir vórðu handtiknir av amerikonsku samveldisløgregluni FBI mánadagin, tá teir royndu at keypa tvær riflur av slagnum AK-47, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder