2023-07-10 08:43
USA sigur seg hava dripið ein leiðara úr Islamiskum Stati (IS) í Sýria.
IS-leiðarin, Usamah al-Muhajir varð dripin í einum dronuálopi í Aleppo-landslutinum í norðara parti av Sýria fríggjadagin.
Eingin annar lat lív í álopinum, upplýsir leiðslan í amerikanska herinum sambært Ritzau.
– Vit hava gjørt greitt, at vit framhaldandi ætla okkum at niðurberja Isis (Islamiskur Statur, red.) í øllum økinum. Isis er framvegis ein hóttin, ikki bert í hesum økinum men eisini longur burtur.
Sambært Reuters vóru dronurnar, ið vóru brúktar fríggjadagin av slagnum MQ-9 Reaper.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald