USA hevur dripið Abdul Hamid al-Matar, ein leiðari í hernaðarrørsluni al-Qaeda í einum dronuálopi í Sýria, upplýsir amerikanska verjumálaráðið, Pentagon.
Hetta hendi fríggjadagin í útnyrðingspartinum av Sýria.
Álopið varð framt við einari MQ-9 dronu, og eingin annar varð raktur, verður upplýst sambært Ritzau.
Síðst í september var ein annar al-Qaeda leiðari í Sýria eisini dripin í einum amerikonskum álopi nærindis Idlib í útnýrðingspartinum av landinum.
Talan var um Salim Abu-Ahmad, sum hevði ábyrgdina av ætlanum, fígging og góðkenning av álopum hjá rørsluni.
Kríggið í Sýria hevur kravt uml. eina hálva millión mannalív seinastu tíggju árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald