Uttanlands

USA hevur lopið á IS

Í nátt hevur amerikanski herurin framt eitt dronuálop í Nangarhar-landslutinum í Afghanistan – Álopið var rættað móti einum, sum verður hildin at standa aftanfyri álopið á flogvøllinum í Kabul fyrradagin

Hóskvøldið segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at hann umhugsaði at geva herinum boð um at leypa á IS (Savnsmynd)

Hóskvøldið segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at hann umhugsaði at geva herinum boð um at leypa á IS (Savnsmynd)

2021-08-28 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski herurin hevur í nátt framt eitt dronuálop móti IS í eystara partinum av Afghanistan, í Nangarhar-landslutinum nærindis markið til Pakistan. Tað upplýsir amerikanska verjumálaráðið, Pentagon.

Álopið varð rættað móti einum persóni, sum var hildin at standa aftanfyri eitt sjálvmorðsbumbuálop á flogvøllinum í Kabul fyrradagin.

Sambært amerikanska herinum, er boðað frá, at málið varð dripið, og enn eru ongar fráboðanir komnar um, at sivilfólk hava latið lív í álopinum.

Stutt eftir fráboðanina um dronuálopið, heitti USA á borgarar um at fara frá floghavnini í Kabul.

– Amerikanskir ríkisborgarar, sum eru staddir við Abby-inngongdina, eystaru inngongdina, norðaru inngongdina og nýggju inngongdina hjá innlendismálaráðnum, eiga at fara frá økinum umgangandi, segði amerikanska sendistovan í Kabul tíðliga í morgun sambært Ritzau.

– Orsakað av trygdarhóttanum móti flogvøllinum í Kabul, heita vit framvegis á amerikanska ríkisborgarar um ikki at ferðast til flogvøllin og halda seg burtur frá inngongdunum.

Tað var longu hóskvøldið, at amerikanski forsetin, Joe Biden segði, at hann umhugsaði at geva boð um at leypa á IS við dronu, eftir sjálvmorðsálopið á flogvøllinum. 13 amerikansk herfólk og í minsta lagi 170 onnur lótu lív í álopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder