Uttanlands

USA hevur skrásett 1000 nýggj Koronu-andlát tríggjar dagar á rað

Talið á tilburðum í landinum fór frá trimum til fýra milliónir uppá bert 16 dagar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-24 08:58 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Hósdagin skrásetti USA meira enn 1000 nýggj andlát við Covid-19 fyri triðja dagin á rað, samstundis sum smittan spjaðir seg líðandi í suðurstatunum og vesturstatunum. Tað skrivar Reuters sambært TV2.

USA skrásetti í januar mánað sín fyrsta tilburð av koronaviruss. Mikudagin fór talið á tilburðum í landinum uppum fýra milliónir

Tað gekk 98 dagar til USA hevði skrásett eina millión tilburðir, meðan tað bert gingu 16 dagar at fáa talið á tilburðum frá trimum til fýra milliónir tilburðir.

Samlaða talið av skrásettum tilburðum í USA er 4.038.864, meðan 144.305 hava latið lív við smittuni í landinum sambært tølum frá John Hopkins University.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder