Eftir langar samráðingar hevur USA í dag skrivað undir at friðaravtalu við afgansku uppreistrarrørsluna Taliban.
Uttanríkismálaráðharrin Mike Pompeo var til staðar tá avtalan varð undirskrivað í høvuðsstaðnum í Katar, Doha. Avtala gevur eina vón um at longsta kríggj hjá USA nakrantíð fær ein enda, og at fleiri túsund amerikanskir hermenn kunnu takast úr Afganistan.
Sambært avtaluni vilja USA og Nato taka allar hermenn úr Afganistan innan fjúrtan mánaðir, treyta av at Taliban yvirheldur sína skyldur í friðaravtaluni við USA.
USA vil í leypi av 135 døgum minka um talið av hermonnum í Afganistan frá 12.000 til 8.600. USA fer eisini sum ein partur av avtaluni at arbeiða við at strika revsitiltøk ímóti Taliban-limum innan august í ár. Samstundis vera 5.000 Taliban-fangar leyslatnir, meðan uppreistrarrørslan fer at leyslata 1.000 fangar.
Avtalan ber eisini við sær, at Taliban hevur lovað, aldrin at hýsa altjóða yvirgangsfelagsskapum sum Al Qaeda ella IS.
Friðaravtalan merkir tó ikki at tað endiliga valdar friður í Afganistan. Avtalan skal fylgjast upp við samráðingum ímillum allar stríðandi partar í Afganistan, og tann tilgongdin væntast at vera nógv meiri torgreidd enn avtalan millum USA og Taliban.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald