Universitetið í Farmington, sum hevur adressu í amerikanska statinum Michigan, vísti seg ikki at vera tað, mann helt.
Tað varð stovnað í 2015, og á heimasíðuni stóðu allir mguleikarnir, tey lesandi fingu, um tey skrivaðu seg inn. Myndirnar góvu intrykk av einum siðbundnum lestrarlívi, og álmanakkin var fullur av tiltøkum á universitetinum.
India hevur tí sent eina formella kæru til amerkonsku sendistovuna í New Delhi.
- Vit stúra fyri virðingini og vælveruni hjá teimum handtiknu, og tørvi teirra til bráfeingis konsulshjálp, skrivaðu indiskir myndugleikar.
Frá indiskari síðu metir mann, at talan er um góðtrúgvandi innflytarar við erligum ætlanum, sum vórðu lokkað í eina fellu.
- Vit hava heitt á USA um at upplýsa okkum allir smálutir í sakini, dagføra okkum um tey handtiknu, søgdu indisku myndugleikarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald