2024-06-24 10:07
Í miðal hevur USA havt í minsta lagi ein hópskottilburð um dagin í 2024, vísir uppgerð hjá heimasíðuni Gun Violence Archive sambært The Guardian.
Talan er um ein hópskottilburð, tá í minsta lagi fýra fólk verða skotin.
Eitt nú sunnudagin varð boðað frá fýra hópskottilburðum í statunum New York, Alabama, Missouri, og Ohio. Ein lat lív, meðan 34 vórðu særd.
Tilsamans er fyribils boðað frá 247 hópskottilburðum í USA í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald