Uttanlands

USA keypir nærum alla goymsluna av koronuheilivági

USA hevur tryggja sær heilivágin Remdesevir komandi tríggjar mánaðirnar frammanfyri Evropa og restina av heiminum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-01 09:22 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

USA hevur keypt nærum alla goymsluna av heiliváginum Remdesivir til viðgerð av koronusmittuni, skrivar The Guardian. Tað merkir at USA hevur tryggja sær heilivágin frammanfyri Evropa og restina av heiminum komandi tríggjar mánaðirnar.

Remdesivir hevur víst seg, at virka væl til at temja koronasmittuna, og er tann fyrsti góðkendi heilivágurin til at viðgera Covid-19. Heilivágurin kann hjálpa sjúklingum til, at gerast frískir skjótari.  

Fyrstu 140.000 skamtarnir, ið vóru nýttir til royndir um allan heim, eru longu uppi.

Tað er fyritøkan Gilead Sciences, ið hevur einrætt til heilivágin, sum hevur selt sína goymslu til USA.

USA hevur keypt meir enn 500.000 skamtar, ið er øll framleiðslan hjá fyritøkuni Gilead Sciences í Juli og 90 prosent av framleiðsluni í august og september.   

Remdesivir bleiv av fyrstan tíð skapa til at viðgera Ebola, men virkaði aldrin. Nú er heilivágurin tann fyrsti, ið er góðkendur til viðgerð av Covid-19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder