Uttanlands

USA: Kina skal steingja konsulát í Texas

Hetta er ein óhoyrd avgerð, sum USA eigur at taka aftur, sigur kinesiska uttanríkismálaráðið – Ger USA ikki tað, fer Kina at svara aftur

Hetta er eitt sera álvarsligt brot á altjóða lóggávu og tvílandaavtaluna millum Kina og USA, sigur Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: Reuters)

Hetta er eitt sera álvarsligt brot á altjóða lóggávu og tvílandaavtaluna millum Kina og USA, sigur Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: Reuters)

2020-07-22 20:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur nú biðið Kina um at steingja konsulátið, sum Kina hevur í Houston í amerikanska statinum Texas.

Tað upplýsir Wang Wenbin, talsfólk fyri kinesiska uttanríkismálaráðið á tíðindafundi.

Hetta skal USA hava biðið um, uttan ávaring.

– Kina koldømir hesa óhoyrdu avgerðina, sigur kinesiska uttanríkismálaráðið, sum heitir á USA um at taka avgerðina aftur. Ger USA ikki tað, fer Kina at svara aftur.

– Tað er ein politisk provokatión, sum USA sjálvt hevur sett í verk, og eitt sera álvarsligt brot á altjóða lóggávu og tvílandaavtaluna millum Kina og USA, sigur Wang Wenbin, sum leggur afturat, at hendan avgerðin oyðileggur sambandið millum tjóðirnar.

Sambært Ritzau, er tað ikki greitt, hví USA hevur biðið Kina um at steingja konsulátið.

Sambært løgregluni í Houston, varð roykur sæddur úr garðinum hjá konsulátinum, eftir at boðini um avgerðina hjá USA vórðu komin. Sambært lokalum miðlum, vórðu skjøl brend úti í garðinum í nátt, men tað vísir Wang Wenbin aftur.

Seinastu tíðina hava fleiri samanbrestir verið millum USA og Kina. Hetta hevur m.a. verið orsakað av handilsviðurskiftum, tøkni og nýggju, umstríddu trygdarlógini, sum Kina hevur sett í verk í Hong Kong.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder