Uttanlands

USA: Kongressin funnið semju um hjálparpakka fyri 900 milliardir

Enn er hjálparpakkin ikki endaliga samtyktur, men mett verður, at undirtøkan frá báðum flokkum er nóg stór, og sostatt verður fyrsti hjálparpakkin síðan í vár helst samtyktur skjótt

Mitch McConnell, leiðari fyri republikanska meirilutan í Senatinum (Mynd: EPA)

Mitch McConnell, leiðari fyri republikanska meirilutan í Senatinum (Mynd: EPA)

2020-12-21 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leiðarar í amerikonsku Kongressini samdust sunnudagin um ein nýggjan koronahjálparpakka á umleið 900 mia. dollarar (5.473 mia. í okkara krónum), upplýsir leiðarin fyri republikanska meirilutan í Senatinum, Mitch McConnell.

Avtalan er komin í lag, eftir samráðingar millum leiðarar úr báðum flokkum.

Enn er ikki greitt, nær Kongressin skal atkvøða um at samtykkja nýggja hjálparpakkan, men leiðarin fyri demokratiska minnilutan í Senatinum, Chuck Schumer, sigur, at har eigur at vera nóg stór undirtøka til at fáa hann samtyktan.

Verður hjálparpakkin samtyktur verður talan um fyrsta stuðulin til koronarakta búskapin í fleiri mánaðir, síðan Kongressin samtykti ein hjálparpakka fyri 484 mia. krónur í apríl. Her var talan um stuðul til m.o. smærri fyritøkur og sjúkrahús.

Nýggi hjálparpakkin fer m.a. at geva arbeiðsleysum 300 dollarar (góðar 1.800 krónur) um vikuna, meðan smærri fyritøkur fáa fleiri mia. Eisini eru 25 mia. dollarar (152 mia. krónur) settir av til at hjálpa fólki at gjalda húsaleigu.

Hjálparpakkin hevur til endamál at hjálpa amerikanarum, til tey flestu eru vorðin koppsett móti covid-19, og fólk kunnu venda aftur til ein vanligan gerandisdag.

Í fleiri mánaðir hevur verið roynt at funnið semju um nýggjan hjálparpakka í USA. Tað hevur tó ikki eydnast fyrr enn nú, millum annað tí, ósemja hevur verið um, hvussu nógva fígging stýrini í teimum ymsu statunum skulu fáa at hjálpa fyritøkum, skúlum og hægri lærustovnum. Eisini hevur verið ósemja um, hvørt amerikanski meginbankin skal hava loyvi at veita lán uttanum Kongressina, skrivar Ritzau.

Samráðingarnar hava verið undir trýsti, tí seinastu stuðulsskipaninar til tey arbeiðsleysu, sum vóru partur av seinasta hjálparpakka, standa til at fara úr gildi síðst í hesum mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder