Uttanlands

USA: Kongressin samtykt lóg, sum verjir hjúnaløg millum tvey av sama kyni

Sambært nýggju lógini skal amerikanska samveldisstjórnin viðurkenna hjúnabond, um tey eru lóglig í statinum, har hjúnini eru vígd

Amerikanski kongressbygningurin (Mynd: EPA)

Amerikanski kongressbygningurin (Mynd: EPA)

2022-12-09 07:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein meiriluti í ameirkanska Umboðsmannatinginum samtykti í gjár eina lóg, sum skal verja hjúnabond millum tvey av sama kyni.

Í farnu viku atkvøddi ein meiriluti í Senatinum eisini fyri hesum, og er lógin sostatt samtykt í báðum kømrum í amerikonsku Kongressini.

Lógin skal nú sendast víðari til Joe Biden forseta at undirskriva, skrivar Ritzau.

Sambært nýggju lógini skal amerikanska samveldisstjórnin viðurkenna hjúnabond, um tey eru lóglig í statinum, har hjúnini eru vígd.

Lógin skal forða fyri, at hægstirætturin kann taka aftur rættindini hjá samkyndum at ganga saman í hjúnalag, sum vórðu samtykt í 2015. Lógin kann tó ikki forða statum í at banna samkynt hjúnalag, um hægstirætturin loyvir teimum at gera hetta.

Demokratar hava í løtuni meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum,    men frá januar hava republikanarar meirilutan í Umboðsmannatinginum, meðan demokratar tó varðveita meirilutan í Senatinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder