Amerikanska heilivágsstýrið, FDA hevur nú góðkent koronukoppingarevnið hjá Pfizer til børn millum fimm og 11 ár, og fyrstu børnini í hesum aldursbólkinum væntast longu at verða koppsett í komandi viku.
Sambært Ritzau kunnu 28 milliónir amerikonsk børn sostatt verða koppsett fyri koronu.
Í farnu viku segði FDA, at koppingarevnið hjá Pfizer hevur víst seg at rigga væl hjá børnum í hesum aldursbólkinum, og at stovnurin ikki hevði funnið nøkur óvæntað hjáárin við at koppseta børn.
Hetta var stutt eftir, at Pfizer hevði boðað frá, at koppsetingin gav teimum yngru børnunum uml. 91 prosent verju móti koronu.
Skamtarnir, sum fara at verða brúkt til børn, eru tó ikki eins stórir og teir, sum tey vaksnu fáa.
Hvítu Húsini upplýstu herfyri, at USA longu hevði nóg mikið av koppingarevni til at koppseta børn millum fimm og 11 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald